Starvslýsing stovnað
01-04-2024
Umsóknarfreist
31-05-2024

Maskinmeistari ella -smiður til Petur Larsen

Royndur maskinmeistari ella -smiður til Petur Larsen.

Ert tú royndur maskinmeistari ella -smiður, og leitar eftir nýggjum avbjóðingum? Hevur tú royndir við rustfríum, service ella siglt sum meistari ella chief´ur, hava vit møguliga eitt starv til tín. 

Tín gerandisdagur hjá Peturi Larsen

Tú fært stóra ábyrgd, tí tað verður tú, sum tryggjar høga góðskustøðið. Tínar ábyrgdar- og arbeiðsuppgávur verða ásettar eftir tínum royndum og førleikum. Vit leita eftir fólki sum: 

•   kunnu fáast við rustfrítt arbeiði, so sum at framleiða lutir og eykalutir umframt her-og-nú seruppgávur.

•   kunnu vera partur av mekaniska toyminum, sum fæst við at menna maskinur og útgerð til fiskivinnuna á landi og sjógvi, bæði her heima og í útlandinum.

•   kunnu verða partur av tænastutoyminum, sum viðlíkaheldur og umvælir BAADER-maskinur kring allan knøttin, umframt Fomaco og Mosca-maskinur her á landi.

 

Ljóðar hetta sum nakað fyri teg?

So er bara at senda tína umsókn til Johnny Klein Olsen, framleiðsluleiðara, á johnny@pl.fo Hevur tú onkrar spurningar, so er ikki at aftra teg við at ringja til Johnny á tel 73 93 34. 

 

Tú kanst eisini senda tína umsøkn við at trýsta á knøttin niðanfyri. 

 

Freistin at søkja er sunnudagin 26. mei 2024.

 

 

Um Petur Larsen

Tá ið vit fara til arbeiðis, hava vit eittans endamál: At viðskiftafólk okkara fáa nakað burturúr og gerast betri til tað, sum tey fáast við. Øll fyritøkan er bygd á álit og góðsku. Tí ganga vit høgt uppí, at viðskiftafólkini fáa ta bestu ráðgevingina og loysnir av hægstu góðsku. Síðani 1971 hava vit veitt vørur og tænastur til fiskivinnu í Føroyum og uttanlands, og umboða vit í dag eitt nú BAADER, Fomaco, Mosca og Euskan. Vit halda til á havnarlagnum í Fuglafirði, har vit hava ein 1.200 fermetrar stóran bygning við skrivstovu, menningardeild, goymslu og smiðju. Og fuglfirðingum líkt hava vit eitt vinarligt og óformligt arbeiðsumhvørvi – hetta kemur tú at síggja, tá ið tú møtir tínum 38 dugnaligu starvsfeløgum.

 


Søk starvið

Aftur til listan