Starvslýsing stovnað
25-08-2022
Umsóknarfreist
31-08-2024

Maskinlærlingur

ER MASKINARÍIÐ Í LAGI?

Dámar tær væl at knossast og bretta ermarnar upp? Hvussu við at skrúva, dreya og snøgga til? So er at lesa víðari, tí so hava vit kanska eitt lærupláss til tín sum maskinlærlingur. 

 

Ein maskinlærlingur er so avgjørt ikki hvør sum helst. Vit leita eftir fólki, sum:

    •    hevur fimar hendur og ikki ræðist tað skitna undir negluni.

    •    hjálpir til og tekur um endan.

    •    tímir og dugir at taka við læru.

    •    megnar at samstarva og at arbeiða sjálvstøðugt.

    •    biður um hjálp, tá tað er neyðugt.

    •    dámar væl at ferðast – bæði heima í Føroyum og uttanlands. Men hvør ger ikki tað?

 

Tín gerandisdagur hjá Peturi Larsen

Tá tú arbeiðir hjá okkum lærir tú eina rúgvu – um fakið og um teg. Hetta er eitt óformelt arbeiðspláss, har tínir starvsfelagir eru púra niðri á jørðini – samstundis sum arbeiðið verður tikið í ramasta álvara. Og sjálvandi bjóða vit tær eftirlønarskipan, tryggingarskipan og matarskipan. Annars kunnu vit eisini reypa av, at Petur Larsen er einasti góðkendi BAADER-tænastupartnarin í heiminum. Sostatt gerst tú partur av einum av heimsins fremstu framleiðarum av maskinum til fiskivinnuna. 

 

Ljóðar hetta sum nakað fyri teg?

So er bara at trýsta á knøttin niðanfyri og senda okkum eina umsókn. Og hevur tú onkrar spurningar, so er bara at ringja til Johnny Klein Olsen, framleiðsluleiðara, á 73 93 34. 

 

Freistin at søkja er fríggjadagin 3. mei 2024.

 

 

Um Petur Larsen

Vit hava síðani 1971 veitt vørur og tænastur til fiskivinnuna í Føroyum og uttanlands.  Seinastu fýra árini er menning, automatión og KT vorðin størri og størri partur av virkseminum hjá okkum.

Siðbundni parturin av Petur Larsen er ryggurin í fyritøkuni og fær framvegis fremstu raðfesting. Hinvegin hava viteisini stórar ætlanir at gerast ein virkin leikari í nýmenning innan altjóða fiskivinnuna. Vit eru í gongd við menning av talgildum, kappingarførum flakamaskinum og nútímans umsitingarloysnum til altjóða flakamarknaðin.

 

 


Søk starvið

Aftur til listan