Starvslýsing stovnað
02-01-2025
Umsóknarfreist
27-01-2025

Elektrikari til Petur Larsen

Vit søkja eftir elektrikara

Elskar tú at bretta ermarnar upp og at fáast við at tøkni, stýringar, maskinur og mekanik? So er at lesa víðari. Petur Larsen søkir eftir elektrikara við praktiskari tilgongd til stýringar og automatión.

 


Tín gerandisdagur hjá Peturi Larsen

Tú fært stóra ábyrgd, tí tað verður tú, sum tryggjar høga góðskustøðið. Tínar ábyrgdar- og arbeiðsuppgávur verða ásettar eftir tínum royndum og førleikum. Vit leita eftir fólki sum:

 

·       kunnu framleiða komponentar og stýringar til stýrabaru lemmarnar hjá Vónini. 

·       kunnu vera partur av toyminum, sum samlar nýggju mekaniksu flakamaskinurnar hjá okkum, Primo F.

·       kunnu vera við at gera el-tekningar og -diagrammir til dokumentatión.

·       kunnu verða partur av tænastutoyminum, sum viðlíkaheldur og umvælir BAADER-maskinur kring allan knøttin, umframt Fomaco, Mosca og Multivac-maskinur her á landi.



Ljóðar hetta sum nakað fyri teg?

So er bara at senda tína umsókn til Johnny Klein Olsen, framleiðsluleiðara, á johnny@pl.fo Hevur tú onkrar spurningar, so er ikki at aftra teg við at ringja til Johnny á tel 73 93 34. 

 

Tú kanst eisini senda tína umsøkn við at trýsta á knøttin niðanfyri. 

 

Freistin at søkja er sunnudagin 26. januar 2025.

 

Um Petur Larsen

Tá ið vit fara til arbeiðis, hava vit eittans endamál: At viðskiftafólk okkara fáa nakað burturúr og gerast betri til tað, sum tey fáast við. Øll fyritøkan er bygd á álit og góðsku. Tí ganga vit høgt uppí, at viðskiftafólkini fáa ta bestu ráðgevingina og loysnir av hægstu góðsku. Síðani 1971 hava vit veitt vørur og tænastur til fiskivinnu í Føroyum og uttanlands, og umboða vit í dag eitt nú BAADER, Fomaco, Mosca og Multivac. Vit halda til á havnarlagnum í Fuglafirði, har vit hava ein 1.200 fermetrar stóran bygning við skrivstovu, menningardeild, goymslu og smiðju. Og fuglfirðingum líkt hava vit eitt vinarligt og óformligt arbeiðsumhvørvi – hetta kemur tú at síggja, tá ið tú møtir tínum 40 dugnaligu starvsfeløgum.


Aftur til listan