Starvslýsing stovnað
11-03-2024
Umsóknarfreist
31-07-2024

Sølulærlingur

Í læru innan sølu

Ert tú opin og útvend/ur, og dugir tú væl við fólki? 

Dámar tær at ferðast, og hevur tú áhuga fyri tøknligum loysnum og vørum? 

Ert tú málrættað/ur, og hevur fokus at røkka settum málum?

Hevur tú royndir við, ella tímir tú at fáast sølu? 

Ert tú áhugað/ur í marknaðarføring og sosialum miðlum?

 

👉 Um tú kanst kanst siga ja til øll hesi punkt, so er læruplássið sum handsilsatstøðari (sølufólk) heilt víst nakað fyri teg. 

Send okkum tína umsókn –  ella sig onkrum frá, sum tú heldur kundi verið rætti lærlingurin.

 

Les meira um okkum 👇

Tá tú arbeiðir hjá okkum lærir tú eina rúgvu – um fakið og teg sjálva/n. Hetta er eitt óhátíðarligt arbeiðsumhvørvi, har tínir starvsfelagir eru niðri á jørðini – samstundis sum arbeiðið verður tikið í ramasta álvara. Og sjálvandi bjóða vit tær eftirlønar-, trygginar- og matarskipan. 

 

Vit hava síðani 1971 veitt vørur og tænastur til fiskivinnuna í Føroyum og uttanlands.  Seinastu tvey árini er menning, automatión og KT vorðin størri og størri partur av virkseminum hjá okkum. 

 

Siðbundni parturin av Petur Larsen er ryggurin í fyritøkuni og fær framvegis fremstu raðfesting. Hinvegin hava vit eisini stórar ætlanir at gerast ein virkin leikari í nýmenning innan altjóða fiskivinnuna. Vit eru í gongd við menning av talgildum, kappingarførum flakamaskinum og nútímans umsitingarloysnum til altjóða flakamarknaðin.


Vit leggja stóran dent, nei – strika tað, vit leggja ALLAN dent á at veita ALLARBESTU góðsku til kundar okkara – her heima og í útlandinum. So er tað sagt.


Og hevur tú lisið heilt her oman, so kunnu vit tað sama koma til stykkis: søk starvið við at senda ein teldupost til rogvi@pl.fo


Hevur tú okkurt at spyrja um, kanst tú eisini seta teg í samband við Rógva Róin, á telefon 56 57 58. Vit gleða okkum at hoyra frá tær.


Starvið verður sett sum skjótast, so tað er einki at bíða við, tí so hvørt umsóknirnar koma inn, bjóða vit til samrøðu. Lat okkum hoyra frá tær.

 


Søk starvið

Aftur til listan