Starvslýsing stovnað
10-03-2024
Umsóknarfreist
31-07-2024

Logistikk atstøðingur

Í læru sum logistikk atstøðingur

Tímir tú væl at fáast við fólk, og veita góða tænastu?

At samskifta og samstarva við veitarar og kundar úr Føroyum, Danmark og øðrum londum?

Ert tú góð/ur til at fara til verka systematiskt og setur æru í, at ting hava sítt pláss?

Tímir tú væl at arbeiða við bókhaldsskipanum og halda stýr á bókingum?

Dámar tær væl at tað er ruddiligt og reint rundan um teg?

 

👉 Um tú kanst kanst siga ja til øll hesi punkt, so er læruplássið sum logistik atstøðingur heilt víst nakað fyri teg. 

Send okkum tína umsókn – ella tagga onkran, sum tú heldur kundi verið rætti lærlingurin.

 

Les meira um okkum 👇

Tá tú arbeiðir hjá okkum lærir tú eina rúgvu – um fakið og teg sjálva/n. Hetta er eitt óhátíðarligt arbeiðsumhvørvi, har tínir starvsfelagir eru niðri á jørðini – samstundis sum arbeiðið verður tikið í ramasta álvara. Og sjálvandi bjóða vit tær eftirlønar-, trygginar- og matarskipan. 


Vit hava síðani 1971 veitt vørur og tænastur til fiskivinnuna í Føroyum og uttanlands.  Seinastu tvey árini er menning, automatión og KT vorðin størri og størri partur av virkseminum hjá okkum. 


Siðbundni parturin av Petur Larsen er ryggurin í fyritøkuni og fær framvegis fremstu raðfesting. Hinvegin hava vit eisini stórar ætlanir at gerast ein virkin leikari í nýmenning innan altjóða fiskivinnuna. Vit eru í gongd við menning av talgildum, kappingarførum flakamaskinum og nútímans umsitingarloysnum til altjóða flakamarknaðin.


Vit leggja stóran dent, nei – strika tað, vit leggja ALLAN dent á at veita ALLARBESTU góðsku til kundar okkara – her heima og í útlandinum. So er tað sagt.


Og hevur tú lisið heilt her oman, so kunnu vit tað sama koma til stykkis: søk starvið við at senda ein teldupost til johnny@pl.fo, ella trýst á knøttin niðast á síðuni.


Hevur tú okkurt at spyrja um, kanst tú eisini seta teg í samband við Johnny Klein Olsen á telefon 73 93 34. Vit gleða okkum at hoyra frá tær.


Starvið verður sett sum skjótast, so tað er einki at bíða við, tí so hvørt umsóknirnar koma inn, bjóða vit til samrøðu. Lat okkum hoyra frá tær.

 


Søk starvið

Aftur til listan