Job ad


Start Date
27-12-2020
End Date
22-01-2021

Leiðari til menningardeildina hjá Petur Larsen

Hevur tú ein dreym um at byggja eina menningardeild upp frá botni? Eina menningardeild, sum skal menna produktir til altjóða marknaðin?

Dugir tú verkætlanaramboðini uttanat og tendrar tað teg, at leiða títt toymi allan vegin frá einum hugskoti til eitt liðugt produkt?

Dugir tú væl vil fólki, og dugir tú at samskifta og samstundis skapa áhugan millum starvstólk í fyritøkuni?

Ert tú ein positivur starvsfelagi, sum hevur eitt stórt drive og brennur fyri at gera mun í menningini av produktum til fiskivinnuna her heima og í útlandinum?

So er tað tær vit leita eftir.

 

Menning av produktum, sum hava týdning fyri fiskivinnuna

Sum menningarleiðari skalt tú leiða menningarverkætlanir frá byrjan til enda. Menning av úrdráttum til fiskivinnuna er lutfalsliga nýtt fyri okkum, men vit hava eina rúgvu av dugnaligum starvsfólkum, sum hava smekkfult av hugskotum, sum eru við til at menna fiskivinnuna. Tú fært ábyrgd av finna út av, hvørji hugskot kunnu blíva til nakað. Av tí at allar verkætlanir okkara taka útgangsstøði í fiskivinnuni, er ein fyrimunur, um tú kennir til fiskivinnuna á landi og sjógvi, her heima og í útlandinum.

 

Tú vísir til stjóran, og kemur at arbeiða í tøttum samstarvi við framleiðslustjóra okkara. Tú kemur at vera ein lyklaleikari í einum sterkum, innovatium, tvørfakligum og samstarvsáhugaðum menningartoymi. Verkætlanirnar fevna vítt innan mekanik-, el-, snið-, hardware- og softwaremenning, umframt menning innan automation og visión. Tú fært samband við nógv fólk, bæði innanhýsis í fyritøkuni og samstarvsfelagaðar her heima og í útlandin

 

Leiðari til nýggja menningardeild
Sum leiðari á menningardeildini (R&D Manager) hjá Petur Larsen kemur tú at:

·         avgerða, hvørjar verkætlanir vit skulu fara í holtur við, og í hvørjari raðfylgju

·         leiða menningarætlanir innanfyri produktir til fiskivinnuna, við høvuðsdenti á stýring, fíggjarliga partinum og góðsku av verkætlanini, umframt samanseting av toymum

·         hava ein týðandi leiklut at tað er samsvar millum væntanir og krøv til menningarverkætlanina áðrenn hon verður sett í gongd

·         tryggja tvørfakligt samstarv innanhýsis (innkeyp, framleiðsla, fígging, søla v.m.) og við uttanhýsis veitarar av tænastum og vørum

·         vera virkin og sjónligur í menningarverkætlanunum, og samstundis geva íblástur til starvsfelagaðar og samstarvsveitarar

·         luttaka í menningini av mekaniskum og elektroniskum produktum. Vit tosað um bæði menning av nýggjum produktum og tillagingar av núverandi

·         hava ábyrgd av víðari menning av deildini og teimum uppgávum, sum deildin fremur og teimum amboðum, sum verða brúkt

 

Tín persónligheit hevur týdning
Vit ímynda okkum, at tú ert útbúgvin verkfrøðingur ella hevur líknandi útbúgving. Møguliga hevur tú royndir við mekaniskari ella mekatroniskari menning, men tað er ikki eitt “must”. Hinvegin er tað av stórum týdningi, at tú hevur royndir við verkætlanarleiðslu av vørumenningarverkætlanum, og at tú hevur ein eyðsýndan áhugað fyri, at “tingini skulu riggað”.

 

Tú fært viðgongd í tínum arbeiði, tá tú menningarverkætlanirnar verða lidnar til avtalaða tíð og verða mentar fyri avtalaða kostnaðin, samstundis sum verkætlanin verður royndarkoyrd og sett í verk úti hjá okkara kundum. Tín viðgongd er eisini tengd at, hvussu tíni áhugi kemur til sjóndar við støðugum samskifti og uppíblandan.

 

Tí halda vit, at tú ert jaligur, proaktivur, ágrýtin og avgjørdur persónur við einum góðum yvirlitið. Tú dugir at hugsað frameftir og jonglerað millum stórar reglur og smálutir. Tú gongdur fremst og vísir veg. Tú trýrt upp á beinleiðis samskifti heldur enn langar teldupostar. Tú trívist við einari høgari arbeiðsferð og verður eggjað/ur av at loysa avbjóðingar, tá tær henda.

Aftur fyri bjóða vit tær

Góðar møguleikar fyri fakligari og persónligari menning í einum jaligum, vinarligum og óformligum arbeiðsumhvørvi, við góðum og dugnaligum starvsfeløgum, við eftirlønar-, tryggingar- og matarskipan og við eini kappingarførari løn v.m.

 

Vit kunnu somuleiðis bjóða tær eitt sjálvstøðugt, fjølbroytt, spennandi og mennandi starv við mongum ymiskum arbeiðsuppgávum og avbjóðingum í eini eini spennandi fyritøku í vøkstri. Eini fyritøku, sum leggur stóran dent á góðsku til kundar bæði her heima og í útlandinum. Ágrýtnar og jaligar starvsfelagar, ið hvønn dag fara til arbeiðis fyri at tryggja okkara kundum enn betri úrtøku og reglusemi á teirra framleiðslutólum.

 

Vit bjóða eitt spennandi arbeiðspláss, har tú fært góðar møguleikar at menna teg og i stóran mun sjálv/ur kanst mynda tín arbeiðsdag.

 

Starvið sum menningarleiðari er eitt fulltíðarstarv, sum verður sett skjótast gjørligt. Arbeiðsstaðurin er í Fuglafirði. Løn og setanartreytir eru í samráð við leiðsluna.

 

Nakað fyri teg?

Hevur tú áhuga í starvinum, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Rógva Róin, stjóra, á rogvi@pl.fo ella tel 56 57 58. Vit greiða fegin meira um starvið.

 

 

Heldur tú, at hetta er nakað fyri teg, so:

 

 

Um Petur Larsen

Petur Larsen p/f hevur síðani 1971 veitt vørur og tænastur til fiskivinnuna í Føroyum og uttanlands. Virkið umboðar góðskumerkini BAADER, Fomaco, Mosca og Euskan. Vit hava ein 1.000 fermetrar stóran bygning á havnarlagnum í Fuglafirði við skrivstovu, menningardeild, goymslu og væl útgjørdari smiðju, ið framleiðir eykalutir til flakamaskinur og smiðjuarbeiði til fiskivinnuna. 35 fólk starvast hjá Petur Larsen.


Apply for Job

Back To List